Innanlands

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hava fundast um koronastøðuna

Kaj Leo Hol Johannesen og hinir heilsumálaráðharrarnir í Norðurlondum hava í gjár og í dag viðgjørt, hvussu samstarvið millum londini kann verða partur av loysnini

Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-19 18:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Støðan viðvíkjandi koronavirusinum er álvarsom í Norðurlondum, eins og í størsta partinum av Evropa. Finnland er tað landið, har støðan lutfasliga er frægast. Tølini seinnapartin í dag vístu, at 40 vórðu smittaði í Finnlandi. Annars er talið rímiliga støðugt vaksandi í øllum Norðurondunum. 

Tað eru ikki øll londini, ið handfara støðuna á sama hátt. Danmark hevur latið landamørkini aftur fyri øllum uttan donskum statsborgarum, og Finnland hevur eisini kanningar við landamørkini. Svøríki hevur ikki hetta  

Danski heilsumálaráðharrin gjørdi á tíðindafundi týskvøldið greitt, at gott samstarv er við heilsumálaráðharrar og heilsumyndugleikar í grannalondunum, hóast ósemjur eru um ymisk viðurskifti í tilgongdini.

Heilsumálaráðið í Føroyum skrivar á heimasíðu sínari, at í gjár hittust norðurlendsku samstarvsráðharrarnir talgilt í dag til ein bráðfeingis samstarvsráðharrafund fyri at viðgera støðuna viðvíkjandi koronasmittuni í Norðurlondum. Kaj Leo Holm Johannesen skrivaði seinnpartin, at aftur í dag klokkan 16 var slíkur fundur á skránni.

[object Object]

Kaj Leo Hol Johannesen til videofund í gjár (Mynd: hmr.fo)

Evni ið vórðu umrødd í gjár vóru kunning um tiltøk, sum londini hava sett í verk, umrøða av hvussu norðurlandasamstarvið kann verða ein partur av loysnini og hvussu skrivstovan hjá ráðharraráðnum kann hjálpa við kunning til borgararnar, um viðurskifti, ið hava týdning tvørturum landamørk í norðurlondum.

- Henda íkomna støðan vísir okkum í roynd og veru hvussu samantengd okkara samfeløg í norðurlondum og umheiminum er.u Nú tá vit seta ferðina niður, er tørvur á, at norðurlond stuðla hvør øðrum og loyva borgarum við legitimum orsøkum – t.d. sjófólk – at ferðast millum londini, í tann mun tað er tørvur á tí. Hetta tók eg upp við hinar samstarvsráðharrarnar, og hini londini hava somu avbjóðingar við fólki, ið pendla til arbeiðis tvørturum landamørk, so hetta fara vit at nýta stóra orka uppá at loysa. Tað hevur størstan týdning, at vit í norðurlondum standa saman og stuðla hvør øðrum í hesi avbjóðandi tíð”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder