Innanlands

Norðoya Sparikassi er ikki longur ein SIFI-banki

BankNordik og Betri eru tó framvegis SIFI-bankar

2021-06-25 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fíggjareftirlitið tilnevnir einaferð um árið, hvørjir bankar eru SIFI-bankar í Føroyum, Grønlandi og í Danmark. SIFI stendur fyri “Systemically important financial institution”.

Í mars í fjør mælti danska systemiska váðaráðið stjórnini til at broyta markvirðini fyri at áseta, hvør banki í Føroyum er ein SIFI-banki. Tilmælið var at seta eitt markvirði afturat einum verandi. Ein banki, sum hevur ein javna, ið er minni enn tríggjar mia. krónur verður ikki tilnevndur sum SIFI-banki.

Danska vinnumálaráðið gekk tilmælinum á møti og hetta eyka markvirði hevur verið galdandi frá 1. januar í ár. Tað ger, nú Fíggjareftirlitið í juni í ár hevur gjørt árligu tilnevningina, at Norðoya Sparikassi nú ikki longur er ein SIFI-banki, skrivar Landsbankin í tíðindaskrivi.

BankNordik og Betri eru tó framvegis SIFI-bankar.

At Norðoya Sparikassi ikki er ein SIFI-banki longur merkir m.a., at kravið um ein SIFI-buffara fellur burtur, at NEP-kravið verður sett øðrvísi umframt at onnur umsitingarlig krøv vera broytt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder