Innanlands

Nólsoyingar handa landsstýrismanninum undirskriftir

Tolið hjá nólsoyingum er uppi, og teir krevja nú nýggja ferju til Nólsoyarleiðina

Ternan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ternan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-12-17 16:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar hava fólk gingið hús úr húsi í Nólsoy og savna undirskriftir.

Tolið er uppi, og tey krevja nýggja ferju til Nólsoyarleiðina, sum Ternan annars seinastu árini hevur røkt. Men seinastu vikurnar hevur óvissa valda á leiðini, tí Ternan er til 40 ára klassing, og avloysaraskipini á leiðini hava verið so sum so.

- Síðstu vikurnar hava fólk í Nólsoy liva í einari ótolandi óvissu. Vit vita ikki nær vit sleppa til arbeiðis um morgunin, og vit vita ikki nær vit sleppa til hús aftur til børn okkara, stendur í skrivinum til landsstýrismannin, sum verðru handað saman við undirskriftunum.

- Vit vita ikki um vit sleppa av oynni til neyðugar viðgerðir og kanningar. Vit tora ikki at hugsa um, hvat hendur um vit fáa brúk fyri bráfeingishjálp úr Havn – t.d. um eldur aftur er í onkrum húsum.

- Samferðslan millum Havnina og Nólsoy er okkara lívsæðr, og vit hava grundlagt okkara privata lív og okkara arbeiðslív á hesa samferðslu. Og nú krevja vit at okkurt munagott verður gjørt beinanvegin.

- Vit mugu fáa nýggja ferju til Nólsoyarleiðina – annars er bygdini ikki lív laga. Vit hava brúk fyri einari góðari og tryggari ferju – á stødd við Ternuna – og sum kann taka eins nógv fólk og eins nógvar bilar sum Ternan. Ferjan skal sjálvsagt lúka øll nútímans krøv eisini til fólk við rørslutarni, skriva nólsoyingar, og siga, at landsstýrið ikki kann bíða til 2025 við at seta pengar av til nýggjar ferjur.

Møguleiki er at skriva undir á netinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder