placeholder
Innanlands

Nøgdsemi hjá sjúklingum á psykiatrisku deild lýst

Sjúklingarnir á psykiatrisku seingjardeild eru sum heild nøgdir við røkt og viðgerð.

2018-08-30 14:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í kanning, sum er gjørd millum sjúklingar, ið hava verið innlagdir á psykiatrisku seingjardeildini P40, er niðurstøðan, at sjúklingar sum heild eru nøgdir við røkt og viðgerð. Tað eru munir á, hvat ymsir bólkar av sjúklingum halda og hvat tey halda um ymsar partar av røkt og viðgerð. 

Tað eru Marja Lund Gjógvará og Laila Olgarsdóttir, sum hava gjørt kanningina sum part av teirra lesnaði til Master í Heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum. Tær starvast báðar á Landssjúkrahúsinum. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og tær báðar fingu stuðul til verkætlanina frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.

Í alt luttóku 61 sjúklingar (60,8%), sum vóru útskrivaðir frá psykiatrisku seingjardeildini P40 í kanningartíðarskeiðnum. Úrslitini vísa, at sjúklingar sum heild eru nøgdir við røkt og viðgerð við einum miðal skoru á 3.17, har hægsta skora er 4, skrivar Granskingarráðið.

Hetta er fyrsta nøgdsemiskanning, sum er gjørd ímillum psykiatriskar sjúklingar í Føroyum, hendan kann tí kveikja til aðrar nøgdsemiskanningar. Psykiatriski depilin hevur víst hesi kanning stóran áhuga og ynskir at gongd skal koma á at gera regluligar nøgdsemiskanningar.

Les meira á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder