Uttanlands

Níggjundi og tíggjundi persónarnir er úti

Tíðindi berast um at tveir persónar er bjargaður úr hellinum fyri løtu síðani

Bjargingartyrla flýgur dreingirnar á sjúkrahús (Mynd: EPA)

Bjargingartyrla flýgur dreingirnar á sjúkrahús (Mynd: EPA)

2018-07-10 10:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bjargingararbeiðið heldur fram í dag og ætlanin er at bjarga teimum seinastu fýra dreingjunum.

AP boðaði frá fyri lítlum tíma síðani, at ein sjúkrabilur koyrdi frá staðnum, og fyri løtu síðani skrivar Reuters, at eitt eygnavitni og dulnevnd kelda hjá myndugleikunum hevur sagt teimum, ein at níggjundi persónur er bjargaður.

Og júst nú komu aftur boð frá eygnavitnum, at ein tíggjundi persónur er bjargaður.

Tailendsku myndugleikarnir hava enn ikki váttað hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder