
Nú verður aftur møguleiki hjá fjepparum hjá stílskapandi bretska rokkorkestrinum, Radiohead, at uppliva teir live. Fyrst í desember hevur bólkurin fimm konsertir í Royal Arena á Amager.
Hetta eru stórtíðindi í Danmark. Ikki bara tí at Radiohead hevur nógvar fjepparar, men eisini tí, at bólkurin ikki hevur hildið konsertir í sjey ár.
Nú hevur bólkurin kunngjørt, at teir fara at spæla tilsamans 20 konsertir í november og desember í fimm ymiskum evropeiskum býum, teirra millum Keypmannahavn.
Seinast Radiohead spældi í Danmark var í 2017, tá teir spældu á NorthSide festivalinum.
Síðan tá hava fleiri av limunum miðsavnað seg um egnar solokarrierur. Oddamaðurin og sangarin Thom Yorke og guittaristurin, Jonny Greenwood, hava enntá stovnað eitt annað orkestur, The Smile, sum longu hevur givið tríggjar útgávur út, og sum eisini hevur vitjað í Danmark nakrar ferðir.
Orkestrið hevur sostatt havt úr at gera, og sambært trummusláaranum, Philip Selway, var tað nærmast av tilvild, at henda konsertferðin nú kom í lag.
- Vit hittust í fjør fyri at jamma eitt sindur saman. Eftir støðg í sjey ár kendist tað gott at spæla sangirnar aftur og finna sambandið við tónlistaliga samleikan, ið hevur sett seg so djúpt í okkum allar fimm, greiðir trummusláarin frá í eini fráboðan.
- Tað gav okkum hug til at spæla nakrar konsertir saman, so vit vóna, at tit kunnu koma til onkra av hesum konsertunum. Tí nú verða tað einans hesar. Men hvør veit, hvar vit enda, leggur hann afturat.
Umframt Keypmannahavn, spælir Radiohead eisini í Madrid, Bologna og London innan ferðin endar í Berlin um miðjan desember.
Atgongumerkjasølan byrjar 12. september, men longu fríggjadagin ber til at skriva seg upp á radiohead.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald