
Tað hevur ljóðað á vatnrørunum í eina tíð, og í gjár varð tað almannakunngjørt: Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen skal vera við í 2025-útgávuni av Vild Med Dans, sum samstundis verður tann seinasta.
- Tað er ein stórur heiður fyri meg at gerast partur í eini sendirøð, sum eg hvønn fríggjadag havi trúføst havi fylgt við úr sofuni saman við familjuni gjøgnum allan mín barndóm, skrivar Sissal á sosialu miðlunum.
Skal kappast saman við verandi vinnaranum
Vild Med Dans er undirhald og hugni - men tað er eisini ein kapping.
Dansipørini fáa stig frá dómarunum og skulu hvørt fríggjakvøld í tveir mánaðir stríðast fyri ikki at verða send heim.
Pørini eru sett saman av einum persóni, sum í roynd og veru er ein dansari, og so einum persóni, sum er kendur fyri eitthvørt annað.
Sissal sleppur at royna seg saman við manninum, sum í fjør vann Vild Med Dans.
Talan er um Eugen Petrisor Miu, sum hevur rumenskar røtur, og sum í ár er við fyri triðju ferð.
Vild Med Dans byrjar fyri seinastu ferð síðst í hesum mánaðinum. Finalan verður í Forum Horsens 28. november. So er spurningurin, um havnarkvinnan aftur vinnur eina danska kapping.
Føroyska songkvinnan fegnast eftir Melodi Grand Prix sigurin fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald