
Í gjár, týsdagin 2. september, varð skipað fyri móttøku á Ellisheiminum í V.U. Hammershaimbs gøtu, nú tað eru 90 ár síðan heimið læt upp.
Talan er um elsta røktarheimið í landinum, og heimið sær í stóran mun út sum tað gjørdi, tá tað bleiv bygt fyri 90 árum síðan.
Ellisheimið varð vígt 11. august í 1935, og fýra dagar seinni fluttu fyrstu búfólkini inn. Í 1970-árunum fekk bygningurin tíggju búrúm afturat.
- Hóast heimið er gamalt og á summum økjum ikki kann samanberast við tey nýggju ellis- og røktarheimini, sum eru bygd, so er ein heilt serligur hugni í gamla Ellisheiminum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Starvsfólkini, sum eiga sín stóra part í at skapa eitt so gott og heimligt umhvørvi, trívast eisini. Ein hevur verið í føstum starvi síðan 1979, og tvær, sum byrjaðu at arbeiða á heiminum í ávikavist 1971 og 1983, arbeiða enn sum avloysarar, upplýsir torshavn.fo.
Katólski presturin setti ferð á
Nógv fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið til móttøkuna týsdagin, og fleiri røður vórðu hildnar. Elsa Berg, borgarstjóri, segði millum annað, at tað fyrsta og harvið tað elsta í landinum kom ikki sum nakað sjálvsagt:
- Tað sigst, at tað var ikki fyrr enn katólski presturin í Havn í 1931 søkti um byggilendi til at byggja eitt ellisheim, at tað kom ferð á býráðið um at gera eitt ellisheim í Havn.
- Í nógv ár var hetta einasta ellisheim í landinum, og tað sigur ikki einki um, hvussu slóðbrótandi hetta hevur verið, og um hvussu stóran týdning heimið hevur havt fyri eldraøkið og fyri eldrarøkt í Føroyum.
til ber at lesa meira á torshavn.fo
Myndir, frá torshavn.fo, síggjast niðanfyri:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald