
Tað sum Jóannes (Eidesgaard, red.) gjørdi fyri løtu síðan, var ath hann kappaði høvdið av seks borgarstjórum í Suðri, segði Tórbjørn Jacobsen í Stjórnin - politikkur á skák á FM1 mikudagin.
Heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum og nýggja nevndin hjá løgmanni varð viðgjørd, men komið varð eisini inn á kommunurnar. Í øllum førum fyri ein part, tí tað vildi Tórbjørn Jacobsen, sum er formaður í Kommunufelagnum og borgarstjóri í Runavíkar kommunu, ikki viðmerkja.
Sí brotið omanfyri.
Stjórnin - poltikkur á skák verður sent beinleiðis FM1 mikudagar eftir tíðindini klokkan 17. Í panelinum hjá Árna Gregersen eru Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald