Uttanlands

Níggju fólk skulu úr hellinum í dag

Tailendsku herdeildirnar váttað at ein drongur er bjargaður í dag

Mynd: TV2

Mynd: TV2

2018-07-10 11:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bjargingarroyndin heldur fram í dag og longu nú er vátta, at ein drongur er bjargaður úr hellinum. Tíðindi eru borin um at ein annar drongur eisini er bjargaður, men hetta er ikki váttað enn.

Eftir ætlan skuldi teir seinastu fýra dreingirnir og venjari teirra bjargast í dag. Men hetta eru ikki einastu persónarnir, sum eru í hellinum. Ein lækni hevur verið hjá dreingjunum í eina viku, og hesin skal eisini út úr hellinum. Umframt læknan eru eisini tríggir menn hjá tailendsku herdeilini inni í hellinum, skrivar TV2.

Tilsaman eru tí níggju fólk, sum skulu úr hellinum í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder