Innanlands

Niðurtraðkaðar gøtur eisini trupulleiki í Noregi

Vaksandi áhugin fyri at ganga í fjøllunum elvir til sár í náttúruni

Sukkertoppen (Mynd: NRK)

Sukkertoppen (Mynd: NRK)

2019-06-12 08:37 Author image
Ingi Samuelsen

Í Noregi merkja tey eisini ampa av, at vælumtókt náttúruøkir verða niðurtraðkað av vaksandi ferðafólkatali

Áhugin fyri at ganga í fjøllunum hevur ein prís, og um ferðavinnan ikki verður skipað, kann hetta elva til stórar trupulleikar og oyðileggingar.

NRK vísir á fjallið Sukkertoppen í Ålesund sum eitt dømi um hvussu økta ferðingin hevur elvt til sár í náttúruna. Gøtan niðan á á 314 metra høga fjallið við góða útsýninum yvir býin, er trakðað langt niður í lendið, og stórur partur er runudíki.

Náttúran er slitin niður á hellu ella niður til trærøturnar longri niðri í lendinum.

Sukkertoppen í Ålesund er einki eindømi í Noregi har nógv sokallað Instagram-støð eru, har fólk ynskja at taka mynd. Eisini her sæst økta vitjanartalið aftur í sárum í náttúrni.

[object Object]
Fleiri staðni er gøtan niðan á Sukkertoppen eitt runudíki (Mynd: NRK)

Trupulleikin er, sigur ein granskari við NRK, at duga at spáa um, hvørji støð gerast væl umtókt at vitja. Tí eftir at skaðin er hendur, er sera trupult at bøta um. Dagmar Hagen frá Norsk instutt for naturforskning, atbeiðir við at gera eina handbók fyri, hvussu ferðast skal í serliga vardum náttúruøkjum.

- Tað at náttúra og liviøkir hjá dýrasløgum oyðileggjast, er ein stór hóttan fyri lívið á jørðini í dag. At uppliva villa náttúru við fjøllum, skóg, plantum og djórum er eingin sjálvfylgja longur, men her í Noregi kunnu við bjóða tað.

Hon ávarar ímóti at síggja tað sum ein trupulleika, at fólk ynskja at uppliva náttúruna. Tað er meira ein spurningur fyri kommunur og felagsskapir um at leggja eina ætlan yvir, hvussu hetta skal skipast.

- Fjøll eru jú fantastiskt. Einki er um at kenna frísku luftina, síggja útsýni og kenna hitan í kroppinum. Fleiri og fleiri uppdaga hetta. Vit skulu ikki síggja hetta sum ein trupulleika. Vit skulu heldur fegnast um, at fólk vilja út í náttúruna. Men slíkt skal leggjast til rættis, so at náttúruvirðini ikki fara fyri bakka.

[object Object]
Útsýnið av Sukkertoppen (Mynd: Google)

Sherpa-trappa í Tromsø
Sum dømi um eitt væleydnað tiltak, vísir NRK á eina verkætlan í Tromsø, har gøtan niðan á Aksla í Tromsdalan var traðkað næstan ein metur niður í lendið og djúp sár sóðu í náttúruni oman fyri træmarkið.

Kommunan setti sær fyri at gera nakað við málið, og leitaði sær hjálp frá serfrøðingum úr Nepal, sum bygdu eina trappu niðan á fjallið. Talan er um 1200 trappustig úr gróti, sum nú næstan er liðug.

Mest óvæntað er, at talið av vitjandi øktist ógvusligt eftir at trappan kom. Í 2015 vísti teljarin 16.125 vitjanir – í juli í fjør vóru tey 47.787.

 

placeholder
placeholder