placeholder
Innanlands

Neyðugt er framvegis við vælvirkandi minusóparum

Stórt Nato-skipafylgi hevur seinastu dagarnar vitjað Havnina

Ole Torstein Sjo, kommandørkapteynur hjá norsku sjóverjuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ole Torstein Sjo, kommandørkapteynur hjá norsku sjóverjuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-03-23 08:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimurin er nógv broyttur hesa seinastu tíðina og tí hevur Nato sum verjufelagsskapur eisini tørv á at gera vart við sína hjávera. Og tað er orsøkin, at havnarfólk í vikuni hava uppliva seks grá herskip liggjandi við molan.

Talan er um ein fleirtjóða flota av minusóparum undir norskari leiðslu.

Ovasti fyri flotadeildina er Ole Torstein Sjo, kommandørkapteynur umborð á norsku fregattini HNoMS Nordkapp.

Fregattin hevur leiðsluna í skipafylginum, sum annars øll eru minusóparar. Ein norskur, ein týskur, ein estiskur, ein niðurlendskur og ein belgiskur.

Í gjár vóru føroyskir fjølmiðlar bodnir umborð á serliga norska minusóparan HNoMS Otra at fáa eina rundvísing og eina frágreiðing um hví skipini vitja Havnina.

Sjo kommandørkapteynur greiðir frá, at tey eru partur av eini standandi deild av minusóparum, sum virka undir Nato-leiðslu. Ein slík flotadeild finst í Norðuratlandshavi og ein í Miðjarðarhavinum.

Nato-londini bjóða sjálvi inn við skipum til hesa deildina, og leiðslan gongur upp á skift millum londini. Hetta hálvárið er tað Noreg, sum hevur leiðsluna. Skipini venja at sópa minur, tileinkisgera gamlar minur og hava venjingar í samskifti sínámillum.

Ein partur er eisini at vitja havnir í økinum, sum skipini virka í – eisini fyri at geva manningini aðrar upplivingar enn tað, tey kunnu uppliva umborð.

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Luftpútubátur

Umborð á Otra er heldur trongligt. Skipið er ikki stórt – 55 metrar langt og 13,6 breitt – men kortini telur manningin 40, harav fleiri eru ungfólk í herskyldu (sum í Noregi er eitt heilt ár við møguleika at leingja).

Tá talan er um minusóping, so krevjast nógvar hendur at handfara útgerðina, og tað er orsøkin til, at tey eru so talsterk umborð.

Otra er eitt heilt serligt skip, og líkist ikki hinum førunum við molan í Havn. Otra er nevniliga ein breið tvíkilja, men ikki bara tað. Otra er eisini eitt luftpútufar, sum kann lyfta seg upp úr sjónum.

At stinga so lítið sum møguligt – ja, nærmast liggja yvir vatnskorpuni – er eyðvitað ein fyrimunur, tá tað snýr seg um at finna minur, ið jú eru gjørdar fyri at tiltrekkjast skipsskrokkum.

Otra er eisini bygt úr glasfipuri, sum ger farið enn tryggari í minufyltum sjógvi. Umborð eru tvey maskinrúm, eitt í hvørjum skrokki. Í hvørjum rúmi eru tvær diesel-maskinur. Ein til framdrift, Otra hevur ikki aksil og skrúvur, men brúkar “vatn-jet”. Hin maskinan drívur eina probell til at lyfta skipið upp úr sjónum.

Skulu slóða fyri

Uppgávurnar hjá minustrúkarum er at slóða veg fyri onnur før í krígsstøðum við minuvanda.

Tað eru ymsir mátar, sum verða brúktir, tá sjóøki verða ruddað fyri minur.

Sonar verður brúkt fyri at leita eftir “lutum” í sjónum, sum kunnu vera minur. Ein máti at rudda er við at sópa – tað vil siga, at sjógvurin verður “sópaður” við veirum, har tað eru knívar á, ið kunnu loysa minurnar, so at tær flotna upp í vatnskorpuna og har tileinkisgerast.

Annar máti er at senda fjarstýrd før niður til “lutin”. Hesi før eru útgjørd við spreingiløðing, sum kann brúkast til at tileinkisgera minuna.

Triði mátin er at senda serútgjørdar kavarar niður, ið kunnu festa spreingiløðing á minuna, so hon harvið kann tileinkisgerast. Á ferðini í Føroyum er eitt lið av slíkum minukavarum við – hesir koma úr Lettlandi.

Neyðugt við minusóparum

Hóast minur ikki eru lagdar út í sjóøki nærhendis okkum síðan annan heimsbardaga, so er tað sambært Ole Torstein Sjo, kommandørkapteyni, neyðugt við einum Nato-flota við minusóparum.

Tað finnast framvegis minur frá fyrra og øðrum heimsbardaga, ið kunnu vera til vanda. Ikki minst í baltisku londunum, har tað ikki varð gjørt so nógv við at rudda minufylt økir eftir kríggið.

Men hóttanir um at leggja út minur eru altíð til staðar – ikki minst nú, tá heimurin er vorðin nakað væl minni tryggur.

Vit skulu heldur ikki so langt burtur fyri at finna økir, har minur hava verði brúktar enn tann dag í dag – eitt nú út fyri Libya, Sýria og nú eisini í Svartahavinum í sambandi við russiska álopið á Ukraina.

Meðan skipaflotin liggur í Havn hvur verið skipað fyri útferðum fyri manningunum, eins og flotaleiðslan hevur vitjað á Tinganesi.

Enn er ógreitt nær skipini leggja frá landi aftur – tað avgerð veðrið. 

Skipini í fylginum eru hesi: FGS Rottweil, Týskland, HNLMS Schiedam, Niðurlond, HNoMS Nordkapp, Noreg, BNS Bellis, Belgia, HNoMS Otra, Noreg, og ENS Sakala, Estland.

Fleiri myndir her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder