
Føroysku gistingarhúsini høvdu samanlagt ein størri bruttovinning og ársúrslit í fjør.
Aftur í 2024 hevði P/F Hotel Hafnia nógv tað besta úrslitið, sum gjørdist eitt avlop á 11 mió.kr.
Samanlagt gav gistingarhúsvinnan tó ikki avlop í 2024, hóast ársúrslitið betraðist 8,2 mió.kr.
Samlaða ársúrslitið hjá teimum sjey gistingarhús feløgunum vísti eitt samlað hall í 2024 upp á -434 tkr.
Lægsta ársúrslit hevði P/F Gist & Vist við einum halli upp á -12,1 mió.kr.
Stóru feløgini í gistingarhús vinnuni eru P/F Gist & Vist (Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn), P/F Hotel Hafnia (Hotel Hafnia og Hotel Brandan) og P/F Hotel Atlantic (Hilton Garden Inn). Hesi feløgini stóðu fyri 91 prosentum av samlaða bruttovinninginum hjá føroysku gistingarhús feløgunum í 2024.
Bruttovinningurin øktist og úrslitini betraðust samanlagt í 2024
Samlaða ársúrslitið hjá gistingarhúsvinnuni var eitt hall upp á -434 tkr. Tó er talan um eitt betrað ársúrslit samanborið við 2023 við í alt 9,3 mió.kr.
Samlaði bruttovinningurin vaks í 2024 við 15,6 mió.kr. ella 8 prosent samanborið við 2023. Tað er ein ábending um at sølan hevur verið betri í 2024 enn í 2023.
P/F Hotel Hafnia aftur nógv besta úrslitið í 2024
P/F Hotel Hafnia, sum eigur Hotel Hafnia og Hotel Brandan, hevði nógv besta ársúrslit í 2024. Ársúrslitið var 11 mió.kr., sum er 2,5 mió.kr. betri enn í 2023, tá ársúrslitið hjá P/F Hotel Hafnia var 8,5 mió.kr.
Sp/f Hotel Djurhuus hevði næstbesta ársúrslitið upp á 1,3 mió.kr. Á triðja plássið var Sp/f 01.02.2017 (Havgrím Seaside Hotel) við 1,1 mió.kr í avlopi.
Í niðasta endanum hevði P/F Gist & Vist eitt hall upp á 12,1 mió.kr. í 2024. Í 2023 vísti botnlinjan hjá Gist & Vist eitt hall upp á -12,7 mió.kr.
Næstlægsta ársúrslitið hevði P/F Hotel Atlantic (Hilton Garden Inn), sum hevði eitt hall á -2,6 mió.kr.
Fíggjarstøðan hjá gistingarhúsfeløgunum í 2024
Tað er stórur munur á fíggjarligu støddini og styrkini á gistingarhús felgøgum, sum eru við í hesi kanningini. Tey trý størstu feløgini, sum í 2023 høvdu 91 prosent av samlaða bruttovinninginum, hava eisini nógv ta størstu fíggjarstøðuna.
Viðmerkjast skal, at nøkur av feløgunum sum td. P/F Hotel Atlantic, SP/F Hotel Djurhuus og 62N Hotel leiga hotelbygningin frá øðrum feløgum. Tí mugu vit taka fyrivarni fyri hesum, tá vit vísa fíggjarstøðuna hjá gistingarhús feløgunum niðanfyri.
Størstu fíggjarstøðuna í 2024 hevði P/F Gist & Vist, við 314,4 mió.kr.
P/F Gist & Vist hevði eina langfreistaða skuld á 223 mió.kr. og ein eginpening á 48,5 mió.kr.
Trygdarevnið hjá P/F Gist & Vist var 15,4 prosent og likvitetsgradin var 82,3 prosent, sum er undir vanliga minstamarkið á 100 prosent. Tó skal viðmerkjast, at felagið hevur tøkan pening á 20,6 mió.kr.
P/F Hotel Hafnia hevði í 2024 ein eginpening á 75,6 mió.kr., sum gevur eitt trygdarevni á 25 prosent.
Langfreistaða skuldin var 193,1 mió.kr.
Gjaldføri hjá P/F Hotel Hafnia var sera gott í 2024. Likvitetsgradin var 196,8 prosent og tøki peningurin við árskiftið var 36,8 mió.kr.
Metingar um 2025
Nú 2025 er hálvrunnið skulu vit varisliga gera metingar um 2025 árið. Tað er sjálvsagt altið torført at meta um framtíðarútlitini hjá eini vinnu sum gistingarhúsvinnuni og skulu vit taka fyrivarni fyri hesum.
Sambært hagtølum, sum eru almannakunngjørd frá Hagstovuni er staðfest, at gistingarnar fyrstu fimm mánaðirnar í 2025 hava verið hægri enn í 2024.
Sambært tølunum hava gistingarnar fyrstu fimm mánaðirnar í 2024 verið 6.373 fleiri enn sama tíðarskeið í 2023. Hetta er ein vøkstur upp á 8,7 prosent. Hetta er sjálvsagt jaligt og kann geva eina ábending um at ein ávísur vøkstur verður í gistingunum í 2025. Men sjálvsagt eru nógv viðurskifti, sum kunnu ávirka vøkstur ella minking í gistingunum.
--
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald