Innanlands

Ferðsluóhapp í Klaksvík

Tvey fólk eru farin á sjúkrahúsið til kanningar, upplýsir løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-16 13:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga seinnapartin varð boðað frá einum ferðsluóhappi á Stangavegnum í Klaksvík.

Ein bilur fór útav vegnum, og tey bæði fólkini, sum vóru í bilinum, eru koyrd á sjúkrahúsið til nærri kanningar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn veit ikki at siga, hvussu støðan er hjá persónunum, men hann upplýsir, at bilurin fekk stóran skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder