2025-08-17 15:40

Átta 114 metrar høg kølitorn á niðurlagda kolaverkinum Cottam Power Station í Nottinghamshire vórðu hósdagin sprongd.
Hetta var størsta niðurríving av kølitornum, sum higartil er framd, skrivar BBC.
Kolaverkið læt upp í 1968 framleiddi streym til 3,7 milliónir hús, og skuldi upprunaliga vera virki í 30 ár. Tað bleiv tó ikki niðurlagt fyrr enn í 2019.
Nú er ein upprudding í økinum, og hendan niðurrívingin var ein partur av hesum.
Sí video omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald