Uttanlands

Fimm persónar álvarsliga løstaðir

Støðan hjá føraranum av tokinum og landbúnaðarakfarinum, sum varð rakt í tokvanlukkuni í Suðurjútlandi seinnapartin í gjár, er hættislig, upplýsir løgreglan í Danmark

(Mynd: EPA / Bo Amstrup)

(Mynd: EPA / Bo Amstrup)

2025-08-16 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Støðan hjá føraranum av tokinum og landbúnaðarakfarinum, sum varð rakt í tokvanlukkuni í Suðurjútlandi seinnapartin í gjár, er hættislig.

Tilsamans 106 fólk vóru í óhappinum. 29 fólk komu til skaða, og ein persónur - ein 60 ára gomul kvinna - lat lív, upplýsir lokala løgreglan í tíðindaskrivi. Tað er ógreitt, um kvinnan var ferðafólk í tokinum.

Fimm persónar vórðu álvarsliga løstaðir, og hjá tveimum teirra er støðan hættislig.

Millum ferðafólkini vóru eisini 25 5. floks næmingar og tveir lærarar, sum vóru áveg heim av seturskúla.

Vanlukkan verður enn kannað, og tað er ógreitt, nær latið verður uppaftur fyri tokferðslu á strekkinum millum Tinglev og Kliplev, skrivar Ritzau.

Les eisini: Tokvanlukka í Danmark kravt eitt mannalív

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder