Innanlands

Myndir: Skipsatstøðarar prógv á Sjónámi

Hetta var fyrsti flokkur av fulltiknum skipsatstøðingum, ið hava tikið útbúgvingina sum eitt samanhangandi skeið

Á floksmyndini ovast fv: Martin Andriasson Olsen, Dánjal Lysholm Jensen, Sigmundur Annifinnson Ellingsgaard. Frá vinstru í neðra: Tummas Ellingsgaard, Jógvan Sveinbjørnsson Poulsen, Páll Haldansen. Símun Esmar Vágsá vantar á myndini.

Á floksmyndini ovast fv: Martin Andriasson Olsen, Dánjal Lysholm Jensen, Sigmundur Annifinnson Ellingsgaard. Frá vinstru í neðra: Tummas Ellingsgaard, Jógvan Sveinbjørnsson Poulsen, Páll Haldansen. Símun Esmar Vágsá vantar á myndini.

2021-06-25 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hátíðarløta var á Sjónámi herfyri tá sjey Skipsatstøðarar fingu prógv.

Hetta er fyrsti flokkur av fulltiknum skipsatstøðarum, ið hava tikið útbúgvingina sum eitt samanhangandi skeið.

Finnbjørn Vang, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna helt røðu, og Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum handaði virðislønir fyri hægstu próvtølum, umframt at hann segði nøkur orð. Eisini var Hanus G Johansen og spældi nøkur løg eftir Pól F.

Sigmundur Annfinnson Ellingsgaard fekk frá Fiskimannafelagnum ein Mont Blanc fyllupenn, ið er keyptur hjá Niels L. Arge.

Tveir vóru javnir við næstbesta úrsliti; Dánjal Lysholm Jensen, og Tummas Ellingsgaard. Dánjal Lysholm Jensen fekk ein grindaknív, sum Hans Jørgen Nysted hevur gjørt, og Tummas Ellingagaard fekk ein kikara, sum er keyptur hjá Jógvan Weihe.

Ídnisvirðisløn (e-bók) var latin av Banknordik til Sigmund Annifinnson Ellingsgaard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder