2018-07-09 18:52
Ein partur av skránni á Norðurlendsku Strandamentanarstevnuni á Siglufjørðinum í Íslandi um vikuskiftið fevndi um at vísa føroyska bátin fram á fjørðinum.
Leygardagin varð róð við grindabátum á Siglufjørðinum. Talan er um tveir av grindabátunum úr Vági sum við manning hava luttikið á Nordisk Kystkultur.
Suðurrás, sum eisini hevur fleiri myndir frá túrinum, sigur at nógv fólk var komið saman at síggja vøkru bátarnar á fjørðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald