Innanlands

Myndir: Fyrsti dagurin - krúnprinsafamiljan í Føroyum

Her eru allar myndirnar frá fyrsta degnum, sum krúnprinsafamiljan vitjar

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-23 18:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag vóru tey ymsastaðni í Havnini, og í morgin liggur leiðin í Norðoyggjar, har tey millum annað skulu síggja kópakonuna í Mikladali.

Áðrenn dagurin í dag er av, er veitsludøgurði í Norðurlandahúsinum. Tað er frá klokkan 19.

Sí myndir frá í dag:

Tá kongaskipið Dannebrog kom í Nólsoyarfjørð klokkan 8:30 í morgun

Vaktarskipið Hvidbjørnen lat skotkvøðu av við 21 skotum í Nólsoyarfirði

Tað regnaði illa til tíðir í morgun

Árabátar frá ymsum róðrarfeløgum í høvuðsstaðnum fylgdu kongaskipinum inn til Bursatanga

Í neystinum hjá Róðrarfelagnum Knørri

Dannebrog liggur við Bursatanga

Krúnprinsafamiljan í Tinganesi

Krúnprinsafylgið gongur móti trappuni í Vágsbotni

Nógv fólk tóku ímóti teimum í Vágsbotni

Næmingarnir á skúlanum á Argjahamri vóru sum vera man spentir til vitjanina

So komu tey...

Danskir miðlar eru væl umboðaðir í Føroyum í hesum døgum. Her TV2, sum her helst ger reportasju um vitjanina higartil

Finsen

Á Glasi seinnapartin

Christian prinsur var við Fríðriki krúnprinsi á Glasi

 

Fríðrikur krúnprinsurh handaði virðisløn til vinnaran av Creative Business Cup, sum var í Sjóvinnuhúsinum, Sverre Nolsøe við hugskotinum SafeFriend

Mary var tann fyrsta av teimum báðum, sum kom í løgtingið

Fríðrikur og Christian komnir, so er tíð at fara innar

placeholder
placeholder