2018-07-07 01:24
Seglskip og bátar sum eru við í regatta siglingini stevndu í kvøld inn á Vestmanna.
Ymsar røður vórðu hildnar og Fjarðastevnan, sum er í bygdini hesa vikuna, varð sett.
Í morgin árini klokkan 10 fara bátarnir av Vestmanna aftur, og tá verður kósin sett móti Havnini. Væntandi er flotin í Havn klokan 19.
Jens Kristian Vang tók nakrar myndir tá skipini komu á Vestmanna í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald