Innanlands

Mugu minnast til kanningina sætta dagin

Pál Weihe, serlækni, hevur mett, at gott og væl ein fimti partur av teimum, sum fáa negativt kanningarúrslit við komu til Føroya, kunnu fáa positivt úrslit seks dagar seinni. Tí er tað sera umráðandi, at øll, sum eru komin til Føroya, lata seg kanna seks dagar eftir komu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-29 11:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Corona.fo: Seinastu dagarnar hava vit ongar nýggjar smittutilburðir havt í Føroyum. Men, sum vit sóu um ólavsøkumundið, so er tað sera lætt at taka nýggja smittu við heim úr útlandinum. Ansa vit ikki eftir, tá vit eru komin heim, so kann smittan eisini breiða seg ómetaliga skjótt. Tí mæla myndugleikarnir til, at øll ferðandi, sum koma til landið, lata seg kanna aftur á sætta degi.

Pál Weihe, serlækni, hevur mett, at gott og væl ein fimti partur av teimum, sum fáa negativt kanningarúrslit við komu til Føroya, kunnu fáa positivt úrslit seks dagar seinni. Tí er tað sera umráðandi, at øll, sum eru komin til Føroya, lata seg kanna seks dagar eftir komu. Ferðandi eiga at fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið frá fyrstu kanningini er tøkt. Í tíðini millum fyrstu og aðru kanning, eiga ferðandi harumframt at vísa serligt varsemi. Men hvat merkir so tað?

Meira varin enn vanligt

Teir seks dagarnar, ferðandi skulu vísa serligt varsemi, kunnu ferðandi gott vera saman við familju, fara til arbeiðis og til handils. Tískil er ikki talan um eitt sóttarhald ella eitt heimauppihald í so máta. Pál Weihe, serlækni, sigur, at ferðandi kunnu hugsa hesar seks dagar sum eitt slag av avmarkaðum sóttarhaldi. Tað vil siga, at ferðandi eru meira varin, enn tey annars høvdu verið. Ferðandi eiga at hugsa seg um og vera serliga varug við at halda frástøðu og hava gott reinføri, tá farið verður, har onnur fólk eru.

Eitt nú, tá farið verður til handils. Tá eiga tey ferðandi at spritta sær um hendurnar, áðrenn farið verður inn í handilin, og eisini mugu tey minnast til at spritta sær um hendurnar, tá farið verður úr handlinum. Farsóttarnevndin hevur eisini mælt til, at tað í slíkum støðum ber til at brúka masku. Ferðandi kunnu tí við fyrimuni vera í masku, tá farið verður til handils ella onnur ørindi. Soleiðis eru tey ferðandi við til at minka um smittuvandan, sum annars er til staðar, tá vit eitt nú eru, har nógv fólk eru savnað.

Kunnu fara til arbeiðis

Tað verður ikki frámælt, at ferðandi fara til arbeiðis í tíðini millum fyrstu og aðru kanning. Um arbeiðsgevari og arbeiðsumstøðurnar loyva tí, so ber væl til hjá ferðandi at fara til arbeiðis, áðrenn kanningarúrslitið frá aðru kanning er tøkt. Hesa tíðina eiga ferðandi at vera meira varin, enn tey vanliga høvdu verið, og tí er tað umráðandi, at ferðandi hava serliga gott hondreinføri og halda frástøðu frá starvsfeløgunum.

Tað kunnu vera serstakar leiðreglur í gildi á ymsu arbeiðsplássunum í landinum, og tí er best at kunna seg um støðuna og práta við arbeiðsgevaran, áðrenn farið verður aftur til arbeiðis.

Ikki savnast í størri fjøldum

At vísa serligt varsemi merkir eisini, at ferðandi skulu halda seg vekk frá stórum fjøldum. Tað vil siga, at meðan ferðandi bíða eftir kanningarúrslitinum frá aðru kanningini, eiga tey ikki at fara í veitslur ella luttaka í sosialum tiltøkum, har tað annars eru fleiri fólk savnað.

Tá ið so úrslitið frá aðru kanning er tøkt, og tað er negativt, tá kunnu tey aftur, eins og øll onnur, luttaka í sosialum tiltøkum og veitslum, so leingi frástøðan verður hildin. Tað er framvegis týdningarmikið, at vit øll halda tilmældu frástøðuna, sum er í minsta lagi ein metur, og tveir metrar um vit syngja ella rópa, sigur Pál Weihe, serlækni.

Tað kunnu sambært almennu tilmælunum frá myndugleikunum ikki savnast fleiri enn 100 fólk, og hetta er sjálvandi við frástøðu.

Tað er týdningarmikið nú í heyst, at ferðandi fara og lata seg kanna á sætta degi, og at tey eru serliga varin og avmarkað í sínum sosiala virksemi, til kanningarúrslitið frá aðru kanning er tøkt, sigur Pál Weihe, tí soleiðis eru vit tryggast.

Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru eru hesi:

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
  • Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á koronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder