Mentan

Mjørki er ljós - hommage á Kirkeby

Summarframsýningin í Steinprenti 2018

2018-07-26 14:40 Author image
Tíðindaskriv

Mjørki er ljós er heitið á summarframsýningini í Steinprenti, sum letur upp fríggjadagin 27.juli og er opin um ólavsøkuna. Talan er um eina bólkaframsýning við nýggjum listaverkum hjá: 

Rannva Kunoy, Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Hansina Iversen, Erik Heide, Tóroddur Poulsen, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen, Bárður Jákupsson og Louise Aakerman Nielsen. 

Framsýnt verður eisini eitt prent hjá danska listamanninum, Per Kirkeby, sála, sum doyði 9. mai í ár. Hann hevur somuleiðis skrivað yrkingina, sum framsýningin tekur støði í, har tað m.a. verður staðfest, at “Mjørki er ljós, myrkur er ljós, holan er ljós”. 

Tá vit tosa um ljós í myndum, verður annars ofta sipað til sólarljós og impressionistisku royndina at skráseta ljósárin í náttúruni, at fanga ljósbrigdi í landslagnum ella ljósbroytingar, sum vit hava so nógvar av í Føroyum. 

Men Summarframsýningin í Steinprenti snýr seg um eitt annað ljós, ið kyknar í myndini sjálvari og leggur inn undir seg eitt spildurnýtt rúm, sum ikki hevur verið til áðrenn tað varð skapt í einum listaverki. Talan er altso um eitt abstrakt rúm. Hetta rúmið verður umsitið á sera ymiskan hátt av teimum ymisku listafólkunum, sum eru við á framsýningini. 

Í rúmligu myndunum hjá Rannva Kunoy skyggir ljósið í serligum litpigmentum, sum skifta lit alt eftir ljósinum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin, Hesir málningarnir eru sostatt sera sansaligir, vakrir og nørverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir í roynd og veru bróta eina grundtreyt hjá málarínum, sum er at vera fikserað í tíð og rúmi. 

Lýsandi, royndu eyguni á Zachariasi Heinesen duga so sjáldsama væl at fanga ljósið í landslagnum, at hansara myndir ala fram eitt nýtt ljós, sum er hansara heilt egna. Hetta ljósið er gylt og flykrandi og lýsur út í framsýningarrúmið. Ljós og myrkur eru grundleggjandi partar av prentmyndunum hjá Mariusi Olsen, sum er millum okkara dugnaligastu grafisku listafólk og ein inspiratión hjá fleiri listafólkum, t.d. Fríðu Matras Brekku. Í hennara spildurnýggju steinprentum er mjørkin ljós. Hennara myndevni kunnu vera bæði stórbær og stuttlig. Onkrastaðni sameinir hon at síggja til grunnskygd, glitrandi postkortmyndevni við eina ørkymlandi kenslu av fremmandleika, ið m.a. stendst av teirri bylgjandi, vøkru umhvarvsstrikuni, sum ger myndarúmið flatt og óveruligt og gevur áskoðaranum varhugan av einum ávísum forgeingiligleika, at myndaliðirnir eru settir inn í myndarúmið og eins brádliga kunnu hvørva aftur. 

Nýggju steinprentini hjá Hansinu Iversen eru full av ljósi við einum serstøkum támi, ið kyknar, tá myrkur og ljós hittast, ella tá ein roynd listakvinna møtir einum professionellum litografiskum verkstaði, ið megnar at fáa júst tað burtur úr litografisku prosessini, sum listakvinnan ynskir og ætlar. Sjálvt um prentini hjá Hansinu Iversen eru bygd upp av penslatrokum, er hennara grafikkur grundleggjandi øðrvísi í mun til málningarnar. Tað er í hesum sambandi áhugavert, at hon í løtuni er tilnevnd eina altjóða virðisløn fyri sítt grafiska avrik. 

Summarframsýningin í Steinprenti er full av ljósi, antin tað er eitt eksistentielt løtt ljós við inniligari trúgv á menniskjutilveruna sum hjá Erik Heide, ella tað er musikalska og koloristiska ljósið hjá Bárði Jákupsson, sum í nýggju steinprentum sínum fær tað at láta í huga áskoðarans av heiðafugli, tó at hetta eru púra abstraktar myndir. 

At leggja inn undir seg nýtt rúm er í stóran mun tað, sum teir báðir listamenninir Tóroddur Poulsen og Hanni Bjartalíð hava avrikað innan føroysku myndlistina. Hetta eru abstrakt prent og objekt uttan áhuga fyri illusionistiskum ljósi og effektum. Allíkavæl innihalda tey eina serliga ljóskenslu, antin hon er rúmlig og arkitektonisk sum hjá Hanna Bjartalíð ella hon er intellektuel og greinandi sum hjá Tóroddi Poulsen. Einki er at ivast í, at Louise Aakerman Nielsen kennir seg heima í listini hjá hesum báðum síðstnevndu listamonnunum. Hon hevur í longri tíð verið lærlingur á verkstaðnum, men er í framsýningarhøpi er debutantur. Hennara prent taka støði í ítøkiligum gerandislutum, sum gerast áhugaverdir abstraktir myndaliðir.

Framsýningin Mjørki er ljós letur upp fríggjadagin 27.juli.

- Steinprent

placeholder
placeholder