ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen vitjar í dag í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk saman við danska forsætisráðharranum Mette Frederiksen.
Mette Frederiksen og Ursula von der Leyen lendu í Nuuk tíðliga seinnpartin, skrivar Sermitsiaq.
Undir vitjanini fara partarnir m.a. at undirskriva felags fráboðan um styrkt samstarv millum Grønland og ES.
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen sigur, at ES stuðlar Grønlandi í núverandi geopolitisku støðuni, nú amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá, at hann ynskir at yvirtaka Grønland. Eisini fer ES at ganga grønlendska ynskinum um størri samstarv á møti.
Sambært grønlendska kringvarpinum KNR verða Mette Frederiksen og Ursula von der Leyen í Grønlendi í tveir dagar.
Dagførd kl. 14.25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald