Innanlands

Meirilutin mælt frá at samtykja uppskot um barnaváttanir

Djóni Nolsøe Joensen, sum hevur lagt uppskot fram um at krevja reina revsiváttan frá øllum, sum arbeiða við børnum og ungum, sigur seg ikki skilja, at meirilutin í Rættarenvndini hjá løgtinginum mælir frá at samtykja uppskotið

– Tað er mín greiða fatan, at vit øll ynskja at gera alt fyri at steðga hesum ágangi. Tí skilji eg als ikki, at samgongan velur at vera ímóti uppskotinum, sigur Djóni Nolsøe Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

– Tað er mín greiða fatan, at vit øll ynskja at gera alt fyri at steðga hesum ágangi. Tí skilji eg als ikki, at samgongan velur at vera ímóti uppskotinum, sigur Djóni Nolsøe Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-16 16:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í januar legði Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, fram eitt uppskot til samtyktar um at gera tað lógarkravt, at stovnar og felagsskapir, sum eru um børn og ung, skulu krevja reina revsiváttan frá starvsfólkum og sjálvbodnum.

– Seta vit í verk barnaváttanir verður bundið um heilan fingur, so at ongin ivi er frá starvsbyrjan, um viðkomandi hevur verið dømdur, greiðir tingmaðurin frá.

Meirilutin í Rættarnevndini hjá løgtinginum mælir tó frá at samtykja uppskotið hjá Djóna Nolsøe Joensen.

Meirilutin – Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum, Frimodt Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum – heldur tað ikki vera neyðugt at samtykkja hetta uppskotið.

Orsøkin er, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum arbeiðir við einum uppskoti um barnaváttanir, sum eftir ætlan verður lagt fram eftir ólavsøku.

Skipanin kann ikki standa einsamøll

Meirilutin sigur eisini, at hóast ein skipan við barnaváttanum í ávísan mun kann verða við til at verja børn og ung móti kynsligari misnýtslu, kann henda skipanin ikki standa einsamøll, tí skipanin við barnaváttanum umfatar bert teir persónar, sum eru dømdir fyri kynslig brotsverk.

– Neyðugt er at gera eina heildarætlan á hesum øki, sum krevur samstarv millum myndugleikar, sum varða av børnum og ungum. Almannamálaráðið hevur gjørt eina heildarætlan við 8 átøkum, harav fleiri longu eru sett í verk. Sálarfrøðilig viðgerð fyri seinárin av kynsligum ágangi er eitt av átøkunum.

Uppskotið hjá Jenis av Rana fer at hava við sær, at persónar, sum skulu arbeiða við børnum undir 15 ár, skulu leggja fram eina barnaváttan. Verða fólk dømd fyri kynslig brotsverk verður eisini heimild fyri at ógilda setanina av viðkomandi persóni, og hesum ætlanum sigur meirilutin seg taka undir við.

Eingin forðing fyri at lóggeva um barnaváttanir

Minnilutin í Rættarnevndini – Sirið Stenberg, og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, og Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum – mælir hinvegin til at samtykkja uppskotið hjá Djóna Nolsøe Joensen.

Minnilutin sigur, at øll átøk, sum kunnu gerast fyri at verja børn móti ágangi eiga at verða sett í verk, og nú reglurnar um skráseting av brotsverkum í Føroyum eru settar í gildi, er eingin forðing longur fyri at lóggeva um barnaváttanir.

– Skilji ikki at samgongan er ímóti

Djóni Nolsøe Joensen sigur seg ikki skilja, at meirilutin í Rættarnevndini hevur mælt frá at samtykja uppskotið.

– Heldur enn at løgtingið setir landsstýrismanninum greitt signal og krav um at steðga ágangi móti børnum, velur mann heldur at átaka sær passivan leiklut og bíða eftir landsstýrinum.

– Seinastu tíðina hevur kjakið um ágang móti børnum av álvara tikið seg upp, og tað er mín greiða fatan, at vit øll ynskja at gera alt fyri at steðga hesum ágangi. Tí skilji eg als ikki, at samgongan velur at vera ímóti uppskotinum, sigur hann.

Uppskotið um barnaváttanir fer til 2. viðgerð í næstum. Enn er ikki greitt júst nær tað verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder