Mentan

Málráðið: Nú ber til at varðveita dupult hjáljóð í faðirsnøvnum

Odsson ella Oddsson? Pálsdóttir ella Pállsdóttir? Nú ber til at velja

Mynd: Málráðið

Mynd: Málráðið

2020-09-27 12:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Málráðið hevur nú avgjørt, at tað skal bera til at varðveita dupult hjáljóð í faðirsnøvnum.

Vanliga fellur dupult hjáljóð burtur framman fyri eitt triðja hjáljóð í hvørsfalsendingum, men 10. september varð avgerð tikin um, at hetta ikki noyðist at fara fram, tá talan er um faðirsvnøvn.

Sum eitt dømi kann sonur ella dóttir mann, ið eitur Oddur ella Páll, sum vilja hava eftirnavn eftir pápanum, nú sleppa at velja, um tað skal vera Odsson ella Oddsson og Pálsdóttir ella Pállsdóttir, boðar Málráðið frá.

placeholder
placeholder