Innanlands

Norrøna Felagið fyllir 75 ár

Heðin Brú tók stig til felagið og gjørdist fyrsti formaður. Stovningin verður hildin við temakvøldi um Áland fríggjakvøldið 9. oktober og hátíðarløtu við m.a. rithøvundapráti leygardagin 10. oktober.

2026-09-18 14:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað var á heysti í 1951 at skaldið Heðin Brú tók stig til at stovna Norrøna felagið í Føroyum. Í hinum norðurlondum vóru norrøn feløg stovnað langt frammanundan, og tí var Heðin Brú væl stuðlaður av hinum feløgunum at taka hetta stig. 

Endamálið við Norrøna Felagnum var – og er tað framvegis, at arbeiða fyri at styrkja norðurlendskt samstarv og samanhaldið millum norðbúgvar. Stovnanin gekk fyri seg í Sjónleikarhúsinum á Havn. Sjávur gjørdist Heðin Brú fyrsti formaður, og var tað í fleiri ár.

Felagið fer at hátíðarhalda 75 ára dagin fyri stovnanini í vikuskiftinum 9. og 10. oktobur við einari sera áhugaverdari skrá.

Her kunnu vit nevna fylgjandi:   

Fríggjadagur, tann 9. oktobur klokkan 19:30 til 21:30, Aulan í Finsen: “Áland, sum tað er”

Tveir kendir álendingar við hollari vitan um Áland og fólki har býr greiða frá um Áland og álendingar. Um politisk, fíggjarlig og samfelagslig viðurskifti, um hvussu vanligi álendingurin hevur tað og hvat álendingurin hugsar um sína framtíð. 

Álendingarnir eru Bjarne Lindström, fyrrverandi stjóri á Hagstovuni í Álandi og granskari og Jan-Erik Berglund, blaðmaður og sjónleikari. 

Leygardagur, tann 10. oktobur kl 14:00 – 18:00, Sjónleikarhúsið:  Hátíðarløta

  • Bókmentavirðislønarvinnarar: Rói Patursson og Vónbjørt Vang lesa úr egnum skaldskapi
  • Tórshavnar Mannskór syngur níggju norðurlendskar sangir
  • Martin Næs, greðir frá um stovnina av felagnum og stovnaran Heðin Brú.
  • Rithøvundaprát. Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum prátar við íslendsku rithøvundarnar Einar Már Guðmundsson og Þórarinn Eldjárn.

Leygardagin er neyðugt við tilmelding á: [email protected]. Fríggjadagin er ikki neyðugt at melda til.

Skrá liggur á heimasíðuni hjá Norrøna felagnum: norden.fo >

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder