Mentan

Málningurin av Jógvani á Lakjuni komin upp

Sámal Toftanes málaði málningin undir fyrru setuni hjá Jógvani

Jógvan á Lakjuni og Bjørt Samuelsen

Jógvan á Lakjuni og Bjørt Samuelsen

2023-05-13 16:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Málningur av Jógvani á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformanni, varð avdúkaður í  Løgtingshúsinum í gjár.

Listamaðurin Sámal Toftanes málaði málningin undir fyrru setuni hjá Jógvani, sum var árini 2015-2019. Jógvan var eisini tingformaður árini 2019-2022.

Hetta skrivar Bjørt Samuelsen, núverandi løgtingsforkvinna á sínum Facebook-vanga.

- Tað var ein hátíðarlig og hugnalig løta, har familjan hjá Jógvani, politikarar og starvsfólk í Løgtinginum komu saman. Eg segði nøkur orð, Bárður á Lakjuni sang og spældi nøkur løg og Jógvan helt eina takkarrøðu við hugleiðingum um eitt drúgt politiskt lív. Vit endaðu løtuna við at syngja "Boðar tú til allar tjóðir" eftir Jóannes Patursson, skrivar Bjørt Samuelsen.

Í Løgtinginum hanga málningar av teimum, sum verið hava tingformenn síðani Stýrisskipanarlógin varð samtykt í 1995.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder