Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni hevur gjørt eitt uppskot til meginreglur um snildfonir í skúlunum.
Landsstýrið hevur sett sær sum mál, at tað ikki skal verða loyvt at hava snildfon við í skúla, og eitt uppskot um, hvussu hetta kann fremjast er sent til hoyringar. Hoyringsfreistin er 25. november.
Sambært uppskotinum kunnu næmingar ikki hava snildfon við í skúla, men kunnu hava telefon, sum ikki hevur netsamband - eina knappatelefon. Tó inniheldur uppskotið undantøk fyri næmingar, sum hava tørv á snildfon sum hjálparamboð.
Heitt verður á skúlastýri um at endurskoða reglur teirra um snildfonir við støði
í hesum meginreglum:
1. at næmingar sum meginreglu ikki hava snildfon ella snild ur við í skúla,
2. at skúlin í samráð við foreldrini kann loyva telefon, ið ikki hevur atgongd til
alnótina, tá ið tørvur er á samskiftisamboði, hereftir nevnd knappatelefon,
3. at knappatelefonin er sløkt og goymd í skúladegnum eftir skipan, ið skúlin
ásetur,
4. at undantøk verða givin vegna sjúku, heilsuligt tarn, læring, sernámsfrøðiligan
tørv, flutningsviðurskifti ella onnur serlig viðurskifti,
5. at skúlin skal skipa fyri, at samskiftisskipan er tøk, so at foreldur og næmingar
í serligum førum kunnu samskifta, antin umvegis skrivstovu ella starvsfólk
skúlans,
6. at greiðar mannagongdir verða gjørdar fyri brot á reglurnar og fyri samskifti
við foreldur,
7. at næmingarnir framhaldandi fáa undirvísing í talgildisbúgving, skynsamari
tøkninýtslu og virðiligum samskifti,
8. at skúlin útvegar talgild amboð, teldu ella teldlar, ið eru neyðug amboð í
undirvísingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald