Uttanlands

Heldur ikki fram sum republikanskur leiðari í Umboðsmannatinginum

Republikanarar hava mist meirilutan, og Mike Johnson fer ikki at halda fram sum republikanskur minnilutaleiðari, sigur hann.

Mike Johnson hevur verið formaður í Umboðsmannatinginum síðan 2023 (Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix)

Mike Johnson hevur verið formaður í Umboðsmannatinginum síðan 2023 (Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-05 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Formaðurin í amerikanska umboðsmannatinginum, Mike Johnson hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram sum formaður fyri republikanska minnilutan, tá nývalda Kongressin tekur við.

Tað váttar talsfólk hansara sambært fleiri tíðindastovum.

Avgerð hansara kemur, eftir at Republikanararnir mistu meirilutan í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum á miðeskeiðisvalinum týsdagin.

Les eisini: USA hevur partvíst skift politiska síðu

54 ára gamli Mike Johnson hevur verið formaður í Umboðsmannatinginum síðan 2023. Hann hevur umboðað Louisiana í Umboðsmannatinginum síðan 2017.

Republikansku limirnir í Umboðsmannatinginum fara væntandi at velja ein nýggjan leiðara á atkvøðugreiðslu 10. november.

Tá nýggja Kongressin tekur við í januar, verður leiðarin hjá Demokratunum, Hakeem Jeffries valdur til formann í Umboðsmannatinginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder