Mentan

Maija Kauhanen og Konsørn í Norðurlandahúsinum

Við sterkari, livandi rødd, fingrafimum kantelespæli og uppfinningarsamum slagverki rúnabindur Maija Kauhanen sínar áhoyrarar

2021-11-25 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hon spælir sær við rútmum og takt og skapar serstakar ljóðmyndir og eitt fangandi groove.

Maija Kauhanen er bæði tónaskald og fjølljóðførisleikari, umframt at hon við síni sterku útstráling á pallinum er einki minni enn bergtakandi. Hon fær sín íblástur úr siðbundna tónleikinum úr Finlandi og Karelia í Russlandi, og dugir ómetaliga væl at tulka gomlu løgini til nútíðina.

Tónleikurin hjá Maija bjóðar bæði gleði og sorg, ótta og vón, ungan kærleika og mist frælsi.

Maija Kauhanen hevur spælt á øllum heimsins størstu festivalum innan fólka- og heimstónleik – WOMEX, Celtic Connections, WOMAD, Folk Alliance International osfr.

2. desembur fer hon á pall í Norðurlandahúsinum.

Áðrenn Maija fer á pallin, spælir føroyska duoin Konsørn, sum í 2021 vann ein FMA fyri bestu kompositión. Konsørn eru Mattias Kapnas (klaver og synthesizer) og Jan Rúni Poulsen (trummur og slagverk).  

 

placeholder
placeholder