Innanlands

Magni Arge ásannar at sessurin helst er mistur

Fólkaflokkurin hevur lagt seg á odda í samanteljingini

Magni Arge í Kringvarpinum í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

Magni Arge í Kringvarpinum í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-05 21:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit kunnu ikki lúgva okkum frá úrslitinum. Alt bendir á at eg helst havi mist sessin.

Nakað soleiðis segði Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi, við kringvarpið fyri løtu síðani.

Hóast vit vita av royndum, at úrslitið hjá Tjóðveldi ikki skal takast fyri fult fyrr tað er talt upp í Havn, so er einki at taka seg aftur í, at loysingaflokkurin stendur til at missa heilt nógv á fólkatingsvalinum hesaferð.

So at siga í øllum bygdum gongur Tjóðveldi aftur. Tá 40 valstøð vórðu tald upp, stóð Tjóðveldi til at fáa 18,7 prosent av atkvøðunum, 5,3 prosentstig færri enn seinast, og sostatt rættiliga nógvar atkvøður frá at fáa mann afturvaldan á fólkating.

Í løtuni stendur Fólkaflokkurin til at fáa fyrstvalda fólkatingslim, meðan Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin eru javnir í stríðnum um næstvalda.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder