Uttanlands

Maðurin handan "álopið á Area 51": Tað var meint í skemti

Matty Roberts stendur nú fram - hann stúrir fyri einari vitjan frá FBI

Møtistaðið, ið Roberts skeyt upp - Mynd: EPA

Møtistaðið, ið Roberts skeyt upp - Mynd: EPA

2019-07-19 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann 27. juni stovnaði amerikumaðurin eitt tiltak á Facebook, har hann bjóðaði øllum at koma at leypa á herstøðina Area 51 í Nevada. Hetta var undir heitinum: "Storm Area 51 - they can't stop us all" (Tey kunnu ikki steðga okkum øllum) Eftir fáar tilmeldingar fyrstu dagarnar, vaks tað skjótt støðugt, og í løtuni hava 1,7 millión sagt, at tey luttaka, og 1,3 milliónir hava víst áhuga. 

Les eisini: Fleiri enn ein millión fólk vilja sleppa inn í Area-51

Hetta varð av mongum uppfatað sum skemt, og tað var eisini tankin hjá Matty Roberts, ið nú stendur fram. Samleikin hjá honum hevur til nú ikki verið greiður, men við KLAS-TV í Las Vegas sigur hann, at tað fór eitt sindur av sporinum. Roberts segði í lýsingini av tiltakinum, ið stendur at verða 20. september, at tey vilja síggja rúmdarverurnar, ið eru goymdar á hernaðarstøðini. Ætlanin er so at møtast, har øki fyri "Area 51-ferðafólk er", og síðani leggja álopið ímóti økinum til rættis, har tað snýr seg um at renna so skjótt at rakettirnar ikki kunnu raka øll.  

Nógv hava tikið hetta í størsta álvara, og eisini flogherurin ið hevur ávarað ímóti átakinum, og sagt at hann er til reiðar at verja sítt øki, har herurin venur. Uppslagið ið var til eina "memes-síðu" (skemtisíðu) kann geva Matty Roberts trupulleikar: Nú áhugin er vaksandi, stúrir hann fyri at FBI kemur á vitjan at kanna hann.

Area 51 er eitt nógv umtalað øki, tí eingin sivilur er sloppin inn har, og nógv hava m.a ástøði um, at í veruleikanum er tað ein goymsla av rúmdarførum, og at rúmdarfólk (ailien) verða goymd har eisini. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder