Mentan

Lola Jensen og Ragnhild Hjalmardóttir Højgaard á Bindifestivalinum 2019

Kendur danskari kemur á Bindifestivalin

Lola Jensen (t.v.) og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard (t.h.)

Lola Jensen (t.v.) og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard (t.h.)

2019-02-13 14:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Familien Danmark er fantastisk, og vil sine børn det bedste. Men en travl og presset hverdag gør det ikke let at omstille de mange gode tanker til handling. Desuden blæser meningsvinde fra syd, øst, nord og vest omkring samme emne, hvilket gør det svært for forældrerollen at bevare sin egen sunde fornuft”.

Soleiðis skrivar Lola ásínari heimasíðu um gerandisdagin hjá okkum flestu. Vit kenna hana frá Go’Morgen Danmark á TV2, har hon í longri tíð hevur verið fastur gestur og ráðgivið um barnafamiljuna, stress og gerandisdagin. Lola hevur tey seinastu 34 árini verið famijurágevi og hevur gjøgnum fyrilestur, undirvísing, sjónvarpi, bókum og video roynt at rokkið so mongum familjum sum til ber:

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard arbeiður í skerðingspunktinum ímillum kunst og design. Ragnhild er ættað úr Føroyum men býr nú í Keypmannahavn.

Hennara arbeiðsdagur inniheldur konseptútvikling og sniðgeving í einum breiðum samanhangi. Ragnhild hevur tey seinastu árini granskað og arbeitt við møguleikunum í føroysku ullini og hvussu hon kann nýtast á nýggjan hátt. Dømi uppá hetta er flotta avrikið í nýggja Glasir. 

Á Bindifestivalinum ber sostatt til at luttaka á tveimum fyrilestrum hjá Lolu, og tveir hjá Ragnhild, umframt at Ragnhild fer at hava egna framsýning. Afturat ber eisini til at luttaka á fyrilestrum hjá Óla Jacobsen, Elspu Petersen, Marjun A. Lómaklett, Andreu Henrike Tennhoff (NO),  Aleksandar Jovevic, og Anne Marie Nielsen (DK).

Bindifestivalurin í Fuglafirði

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder