Innanlands

Løgreglan: Minnist til at tryggja leysar lutir

Nú boðað verður frá nógvum vindi, minnir løgreglan á, at vit eiga at rudda burtur alt, sum liggur leyst og kann fara á flog í vindinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-25 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fitt av vindi hevur verið í dag, og fer illveðrið væntandi at halda fram í morgin.

Í hesum sambandi kemur løgreglan við einari áminning um, at fólk mugu rudda burtur alt, ið liggur leyst uttanfyri og kann fara á flog í vindinum.

Løgreglan segði við Portalin í morgun, at tey høvdu fingið onkrar fráboðanir um leyst byggitilfar, men talan hevur ikki verið um nakran álvarsligan vindskaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder