Innanlands

Tveir bátar sleipaðir í gjár

Ein bátur steðgaði upp út fyri Hvítanes, og ein fekk um skrúvuna í Norðhavinum

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-03-05 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár vóru boð eftir Rescue Lív at hjálpa einum uppsteðgaðan smábáti. Fráboðanin kom stutt fyri klokkan hálvgum trý. Báturin var tá staddur út fyri Hvítanes.

Lív sleipaði bátin á Havnina, og hetta tók beint undir tveir tímar, skrivar heimasíðan hjá Vørn.

Stutt eftir hálvgum sjey um kvøldið varð aftur boðað frá, at ein bátur hevði tørv á hjálp. Talan var um ein útróðrarbát, sum hevði fingið um skrúvuna í Norðhavinum.

Tjaldrið sleipaði bátin til Eiðis, og hetta tók beint undir sjey tímar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder