Mentan

Leikarar hyggja eftir Julius í Likkudali

Sangleikurin á filmi verður tøkur hjá almenninginum seinni í ár

2023-05-26 21:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey 35 sum í november vóru við til sangleikin Julius í Likkudali savnaðust í kvøld fyri at síggja upptøkuna av leikinum.

Julius í Likkudali var sýndur fyri 3800 børnum og vaksnum og sýningarnar vórðu útseldar eftir stuttari løtu.

Fyriskiparin Sasho Bjartsson takkaði teimum fyri stóra arbeiðið og orkuna tey løgdu í leikin.

Sangleikurin á filmi verður tøkur hjá almenninginum um jólahøgtíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder