Íbúgvar í Íslandi, sum dáma væl Burger King, hava ikki havt møguleika at fingið ein Whoppara ella annað slíkt í heimlandinum seinastu 18 árini.
Men nú bragdar.
Heimasíðin visir.is skrivar, at eftir ætlan lata fimm Burger King-støð upp í 2027. Tað fyrsta á N1 við Bíldshöfða í Reykjavík.
Tað eru júst N1 bensinstøðirnar og Skúli Gunnar Sigfússon, sum eisini stendur fyri Subway í Íslandi, ið ganga á odda.
Bæði Burger King og McDonalds fóru úr Íslandi orsakað av fíggjarkreppuni í 2008, sum rakti Ísland serliga hart.
Seinasta Burger King-matstovan í landinum lat aftur á nýggjárinum 2008, men nú kunnu burgaraglaðir íslendingar fegnast.
Burger King er frá 1954 og er ein av allarstørstu slíku ketunum í heiminum. Tað eru yvir 20.000 Burger King-matstovur í yvir 120 londum. Ein av hesum støðunum er í SMS í Tórshavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald