placeholder
Uttanlands

Kushner og Witkoff komnir til Russlands

Russiski forsetin metir, at tað ber til at gera eina avtalu millum Russland og Ukraina – Amerikonsku sendifólkini eiga at leggja upp fyri støðuni á vígvøllinum, tá ein avtala skal fáast í lag, sigur russiski varauttanríkismálaráðharrin.

Russiski forsetin, Vladimir Putin metir, at tað er gjørligt at fáa eina avtalu, sum kann fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina (Mynd: Sergei Ilyin/AFP/Ritzau Scanpix)

Russiski forsetin, Vladimir Putin metir, at tað er gjørligt at fáa eina avtalu, sum kann fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina (Mynd: Sergei Ilyin/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-05 13:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikonsku sendifólkini Steve Witkoff og Jared Kushner eru komin til Russlands í dag, og í morgin fara teir eftir ætlan til Ukraina, skrivar tíðindastovan Reuters.

Teir skulu leggja fram eina ætlan, sum skal fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina.

Amerikanarar eiga at leggja upp fyri støðuni á vígvøllinum, tá ein avtala skal fáast í lag millum Russland og Ukraina, sigur russiski varauttanríkismálaráðharrin, Sergej Rjabkov.

– Avgerandi spurningurin er, í hvussu stóran mun amerikanska stjórnin er sinnað at arbeiða fyri einari veruligari loysn í núverandi stríðnum, m.a. tá hugsað verður um støðuna á landi, sigur hann við russisku tíðindastovuna Tass.

Støða skal ikki bert takast til orsøkina til stríðið men eisini til núverandi støðuna, sum broytist í heilum, sigur hann.

Russiski forsetin, Vladimir Putin segði í vikuni, at hann metir, at tað er gjørligt at fáa eina avtalu, sum kann fáa ein enda á krígnum, og at fleiri lond, harímillum USA og Kina eru til reiðar at stuðla einari friðaravtalu.

– Tá alt kemur til alt, má trupulleikin loysast av londunum, sum stríðast - Russland og Ukraina, segði hann og legði afturat, at russar eru takksamir fyri øll, sum hava arbeitt fyri at fáa eina avtalu í lag.

Arbeiðið at fáa eina avtalu millum Russland og Ukraina hevur staðið í stað í flerii mánaðir, meðan bardagarnir hava hildið fram.

Les eisini: Amerikonsk sendifólk til Russlands og Ukraina


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder