Mentan

Kristina syngur um saknin av pápanum

Nýtt lag, kendur íslendskur tónasmiður hevur skrivað, er júst lagt á netið

2019-05-15 13:24 Author image
Ingi Samuelsen

Føroyska sangarinnan Kristina Bærendsen hevur júst givið út eitt nýtt staklag, sum má sigast at vera ein vakur varði til minnis um pápa hennara, kenda country- og gospelsangaran, Alex Bærendsen, sum doyði í arbeiðsvanlukku í fjør.

’Papa’ eitur lagið, har Kristina á enskum syngur sorgina og saknin eftir at pápin so brádliga varð tikin hiðani.

Tað er høgt virdi íslendski komponisturin og skúlaði pianisturin, Sveinn Rúnar Sigurðsson, sum hevur skrivað friðarliga lagið bygt á klaver og strúkarar. Tekstin hevur Sveinn Rúnar skrivað saman við amerikansku Sarah Peasall McGuffey.

Sveinn Rúnar Sigurðsson hevur eisini staðið fyri framleiðsluni av sanginum, saman við Vigni Snær Vigfússon, ið hevur staðið fyri ljóðblandingini.

Sveinn Rúnar Sigurðsson hevur skrivað hópin av løgum í Íslandi, eitt nú til íslendsku ”Söngva”-kappingina. Hann skrivaði lagið ”Ég á mig sjálf”, sum Kristina sang í ár, umframt hópin av øðrum sangum, sum eru komnir við í kappingina, eitt nú ”Til Þín”, sum Jógvan Hansen sang í 2013 og ”Ég les í lófa þínum”, sum Eiríkur Haugsson sang og kom víðari til altjóa finaluna í 2007.

Lagið ’Papa’ er at hoyra á YouTube og á Facebook vanganum hjá Kristinu Bærendsen. 

placeholder
placeholder