placeholder
Innanlands

Koyrdi framvið ferðsluforðing í samband við marathon-renningina

Ein bilførari vildi ikki finna seg í ferðsluforðingini. Hesin fekk bót og klipp í koyrikortið

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

2019-06-03 12:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í samband við marathon-renningina, sum var í Havn í gjár, varð Kaldbaksvegurin stongdur fyri ferðslu. Ferðsluforðignar vórðu settar upp á Hvítanesi og inni í Kaldbaksbotni, men tað vóru ikki øll, sum hildu ferðslulógina.

Ein bilførari vildi ikki finna seg í at viðkomandi ikki kundi koyra eftir Kaldbaksvegnum. Hesin koyrdi framvið ferðsluforðingina á Hvítanesi og koyrdi aftur framvið ferðsluforðingina í Kaldbaksbotni.

Ein vaktur inni í Kaldbaksbotni royndi at steðga bilføraranum, og tá hesin koyrdi víðari varð nummarplátan notera.

Løgreglan fann fram til bilføraran í gjárkvøldið og hesin fekk bót og klipp í koyrikortið.

Vaktleiðarin vísir á at tað veruliga er lívshættisligt ikki at halda tílíkar ferðsluforðingar. Hann minnir á, at leygardagin doyði ein 17 ára gamal drongur í Danmark, tí at ein bilførari ikki vildi virða sperringina í samband við eina súkklukapping. Hesin bilførarin rendi frontalt saman við 17 ára gamla súkklaran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder