 
                
            - Eg haldi, at man eigur at seta spurnartekin við, um miðlastuðulin yvirhøvur er tað rætta.
Tað sigur Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting. Blaðið, sum frá 2014 er útkomið einaferð um vikuna, hevur í miðal fingið 270.000 krónur í miðlastuðli um ári. Góðar 800.000 krónur tilsamans.
Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum arbeiðir við uppskoti um at broyta miðlastuðulslógina, sum hevur verið í gildi síðani 2017.
Sveinur Tróndarson sigur, at endamálið við miðlastuðlinum var at styrka føroysku miðlarnar. Men tað hevur hann als ikki gjørt.
- Hetta er eitt gott dømi uppá vánaligt politiskt hondverk, og at man kastar seg út í nakað, sum man hvørki hevur havt førleika til, ella vilja til at gera, sigur Sveinur Tróndarson.
Sambært blaðstjóranum er størsti parturin av stuðlinum farin til vaksandi útberingarkostnað.
 
                 
             
    ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/12/04/gallery-thumbnail/1607109728yxql5u7xbt.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald