Vegna Eysturkommunu verður ein ogn á 1.535 fermetrar í Leirvík boðin til sølu til íbúðarbygging.
Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir, skrivar kommunan.
Kommunan setir tó sum treyt, at tað verða 8-10 íbúðir í verkætlanini.
Byggingin skal vera fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er í høgari góðsku og fellur væl inn í landslagið.
Freistin at lata inn skrivlig boð er mánadagin 4. januar 2027 klokkan 12, skrivar Eysturkommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald