Innanlands

Korona: Eitt ár síðani fyrsta tilburðin

Síðani hava 657 afturat fingið staðfest smittuna í Føroyum, og heili 232.307 kanningar eru gjørdar. Talið av smittaðum hevur verið á null í næstan eina viku nú

2021-03-04 12:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum koronafarsóttin breiddi seg í Evropa tíðliga í fjør, var tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn smittan kom til Føroyar. 4. mars 2020 varð fyrsti smittutiburðurin her á landi staðfestur, tá ein maður, ið hevði verið í París, varð testaður positivt.

Komandi tíðin gjørdist heilt sermerkt í føroyska samfelagnum, ið fór ógvusliga nógv niður í ferð - serliga eftir nógv umtalaða tíðindafundin í Tinganesi á grækarismessu. Ein rúgva av tíðindafundum og tilmælum - og eisini tilburðum - vóru at hoyra og kjakast um tíðina eftir tað, men skjótt fingu føroyingar tamarhald á smittuni, og tíðliga í mai var talið av smittaðum null aftur.

Soleiðis var leingi, áðrenn eitt nýtt útbrot kom seint seinasta summar, men føroyska sjúkrahúsverki gjørdist ongantíð av álvara heilt trýst av virusinum. Smittutølini hava ikki verið so høg í vetur, og nógv ljós hevur verið varpa av smittuvandan uttanfrá og síðani á koppseting, ið fór í gongd beint fyri nýggjár. Í løtuni eru beint yvir 7.000 koppsetingar gjørdar í Føroyum  - 2.830 fólk (beint yvir fimm prosent) eru liðug koppsett.

Samanlagt hava 658 fingið staðfest smittuna í Føroyum, og heili 232.307 kanningar eru gjørdar. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum. Í løtuni er eingin innlagur, og sóttarhald, eitt orð ið nógvir føroyingar lærdu í 2020, er eingin bundin av í løtuni.

Fleiri av tilmælunum um millum annað frástøðu og tal av fólki, ið kunnu savnast standa við, og spuringurin er so hvussu leingi. Spurningar kunnu setast, um til dømis bretska frábrigdi fer at gera um seg í Føroyum, um samfelagið aftur fer meira niður í ferð, ella um lívið hjá íbúgvunum í landinum ikki aftur - fyri eina stund - broytist kollveltandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder