2018-07-10 08:55
Mikudagin verður høvi at hoyra føroyingin Julian Rasmussen spæla á orglið í Havnar kirkju klokkan 19:30.
Julian hevur tónleikaútbúgving sum urguleikari fá konservatroiinum í Aalborg og starvast til dagliga sum urguleikari í kirkjuni í Nibe.
Nú hann er í Føroyum, fer hann at spæla í Havnar kirkju væl blandaðan orgultónleik úr Norðurevropu við verkum av Mendelssohn, Bach, Wammes og Takle.
Av Bach spælir hann ta víðagitnu cembalokonsertina hjá J.S. Bach í italienskum stíli útsett fyri orgul.
Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald