2026-11-28 12:19
Heilsutrygd hevur sett Sólfríð Jacobsen í starv sum kommunulækni í viðtalu 3 í Heilsumiðstøðini í Miðvági, boðar Heilsutrygd frá í tíðindaskrivi.
Sólfríð Jacobsen nam sær embætisprógv í læknafrøði í 2016 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini á vári 2025.
Hon byrjar eftir ætlan í nýggja starvinum 1. mars 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald