Innanlands

Flokkarnir hava tosað saman um nýggja samanseting á Vaglinum

Sum skilst hava serliga Fólkaflokkurin og Kommunulistin verið og tosa við Tjóðveldi og Borgaralistan, har krøvini fyri at koma við eru gjørd greið. Eingin avgerð fyriliggur tó fyrr enn í fyrsta lagi seinni í vikuskiftinum.

Býráðssamgongan í høvuðsstaðnum, tá hendan varð skipað í november 2024. Stevið gjørdist tó ongantíð serliga gott

Býráðssamgongan í høvuðsstaðnum, tá hendan varð skipað í november 2024. Stevið gjørdist tó ongantíð serliga gott

2026-11-27 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikukvøldið slitnaði endaliga í býráðssamgonguni í Tórshavn. Ella tað vil siga: Javnaðarflokkurin varð koyrdur úr eftir stríð við serliga Tjóðveldi.

Harvið eru tríggir tinglimir ikki longur í samgonguni, sum nú bert telur fimm - sjey eru neyðug fyri at hava meiriluta.

Sí eisini: Samgongan á Vaglinum helt í tvey ár

Tað liggur ikki í kortunum í løtuni, at talan verður um minniluta samgonguni. Heldur er Elsa Berg, borgarstjóri, saman við øðrum í gongd við at kanna møguleikarnir. 

Elsa Berg: - Vit hyggja eftir øðrum samstarvsmøguleikum

Neyðugt er at fáa Fólkaflokkin ella Kommunulistan, sum hava tveir býráðslimir hvør, við. Ein annar møguleiki er at fáa báðar, umframt Sambandsflokkin sum hevur Anfinn Brekkstein sum umboð. Síðsti møguleiki er allir tríggir, har Javnaðarflokkurin so vildi verið tann einasti uttanfyri.

Tað er ilt at siga júst nú, hvør besti møguleiki er. Summar keldur vilja verða við, at tað liggur til Fólkaflokkin, og tað mesta bendir á, at tað mest sannlíka er at fáa Fólkaflokkin ella Kommunulistan við, so tað verður ein samgonga við sjey tinglimum.

Umboð fyri hesar flokkarnir hava verið á fundi, har treytir báðar vegir eru gjørdar greiðir.

Sambært upplýsingum hjá Portalinum kann ein avtala verða gjørd um nýggja samgongu í Tórshavnar Býráðið, áðrnen vikuskifti er av. Tað er tó heldur ósannlíkt, at tað verður avgreitt áðrenn sunnudagin.

[object Object]
Elsa Berg og hini hava nógv at taka støðu til í hesum døgum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eitt, sum kann venda tingunum á høvdið, er um eingin av núverandi andstøðuflokkunum vilja í samgongu við størsta flokkin, Tjóðveldi. Ì so fall kundi Javnaðarflokkurin gjørt eina samgongu, men so er neyðugt at hava minst tveir flokkar við afturat og mest sannlíkt tríggjar.

Um so varð, so hevði talan verið um býráðsmeiriluta uttan borgarstjóra, tí Elsa Berg er vald fyri fýra ár. Ein løgin samanseting.

Heðin Mortensen er eisini valdur sum varaborgarstjóri fyri fýra ár, og tískil heldur Javnaðarmaðurin tann sessin tvey ár afturat, hvussu víkur og vendir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder