2026-11-28 09:19
Fyrrapartin í gjár varð løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar, og í hesum sambandi vórðu fýra bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið.
Á Fuglafjarðarvegnum vóru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 105 og 110 kilometrar um tíman.
Í Kollafirði varð ein bilførari tikin fyri at koyra 107 kilometrar um tíman. Við kollafjarðatunnilin var eisini ein bilførari, sum gjørdi eina ólógliga yvirháling.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald