Innanlands

Klaksvíkar kommuna søkir eftir nýggjum kommunustjóra

Tummas Eliasen fer í summar frá fyri aldur. Starvið verður sett frá 1. juli

Mynd: Dávur Winther

Mynd: Dávur Winther

2021-03-04 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klaksvíkar kommuna skal hava nýggjan kommunustjóra. Tummas Eliasen, ið hevur verið kommunustjóri í yvir átta ár nú, fer sambært Kringvarpinum frá fyri aldur.

Á heimasíðu sínari lýsir kommunan starvið leyst at søkja við einari lýsing av ábyrgdarøkjum, uppgávum og kravdum førleikum.

Um starvið skrivar kommunan, at talan er um eitt tignarligt og avbjóðandi starv

- Kommunustjórin er ovasti umsitingarleiðari í kommununi og hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni og menningini av Klaksvíkar kommunu og teimum stovnum, ið eru og koma í økinum hjá kommununi. Kommunustjórin skla tryggja, at uppgávurnar verða loystar á einum høgum stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í samstarv við nútímans krøv.

Starvið verður sett frá 1. juli 2021 - umsóknarfreistin er týsdagin 6. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder