Innanlands

Klaksvík fær rennibreyt í 2019

Fyrradagin undirskrivaði borgarstjórin sáttmála við Kanjon um at byggja eina rennibreyt og ein eyka fótbóltsvøll

2018-08-24 10:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ætlanin er, at rennibreytin og fótbóltsvøllurin verða liðug í 2019. Rennibreytin lýkur øll neyðug krøv. Eyka fótbóltsvøllurin verður á stødd við ein vanligan fótbóltsvøll, sum ger, at umstøðurnar rundanum ítróttarøkið gerast alsamt betri og rúmligari.

Signhild V. Johnannesen, forkvinna í mentanarnevndini, fegnast um, at sáttmálin nú er undirskrivaður. Hon vísir eisini á tað neyðuga, at byggingin leggur upp fyri víðari útbygging av svimjihøllini, soleiðis at ítróttarøkið í Klaksvík verður ment sum ein heild, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.

Í næstum verður spakin settur í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder