Mentan

Kenna seg noyddan at avlýsa Djóradagarnar

Tiltakið savnar umleið 5000 fólk, og er nógv tann størsta inntøkan hjá Ríðingarfelagnum. Tað kemur illa við at avlýsa, men felagið ger tað orsakað av koronutilmælunum,

Savnsmynd

Savnsmynd

2021-05-06 20:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ríðingarfelagið hevur avgjørt at eingir Djóradagar verða í ár.

Djóradagarnir savna vanliga áleið 5000 fólk í Havnardali, tað vikuskiftið, sum tiltakið er, og nógv av tiltøkunum eru eisini innandura, har tað ikki er gjørligt at halda frástøðu.

- Tí hevur nevndin avgjørt at taka atlit til fólkaheilsuna, heldur enn at vinna sær ein løtuvinning við at halda tiltakið, sigur felagið sum harmast um hetta.

- Djóradagar er so nógv tann størsta inntøkan hjá felagnum, tí kemur tað illa við at tað er neyðugt at avlýsa. Føroya Ríðingarfelag vónar tó at landið leingir koronapakkarnar, soleiðis at tað ikki fer at svíða alt ov illa at tiltakið er avlýst aftur í ár.

Koronutilmælini hjá myndugleikunum siga, at tað í mesta lagi skulu savnast 500 fólk í skipaðum bólkum. Ein skipaður bólkur er ein bólkur, har tað lætt og ómakaleyst at uppspora smittu, um tað gerst neyðugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder